Det Norske Solistkor
Sangur til frælsi. Stroymd konsert við Det Norske Solistkor.
Det Norske Solistkor kann í 2020 hátíðarhalda, at 70 ár eru liðin, síðan tað varð sett á stovn. Tað gera tey m.a. við at framføra teirra virðisløntu tulkingar av motettunum hjá Bach og friðarfagnaðin hjá Poulenc. Framførslan skuldi upprunaliga vera í Håkonshallen í Bergen, men verður í staðin stroymd úr Oslo.
Fá kórverk eru so vøkur sum Figure Humaine hjá Poulenc. Tónleikurin og tekstirnir eftir yrkjaran Paul Éluard vórðu skrivaðir í loyndum, ímeðan Frakland varð hersett undir 2. veraldarbardaga. Verkið er ein sangur um frælsi frá herseting og harðræði.
Tónaskaldið helt sjálvur uppá, at verkið skuldi framførast a capella, tí tað skuldu vera menniskjaraddir, sum tosaðu.
«Det er bare så uhyre våkent gjort. Det synges så det prikker i huden», skrivaði Vårt Land í ummæli av útgávuni hjá solistkórinum við Bach motettum. Fyri útgávuna fingu tey viðurkenningina Diapason d’or de l’année í 2018. Motettirnar hjá Bach eru ein eins stór gáta og tónaskaldið sjálvt. Eingin veit, nær tær vórðu skrivaðar, men í samtíðini vórðu tær mestan sungnar til jarðarferðir.
Det Norske Solistkor er eitt nýskapandi kór við eini ríkari søgu. Í kórinum eru 26 útvaldir yrkissangarar. Grete Pedersen hevur stjórnað kórinum síðan 1990, og varð í fjør Riddari av 1. Flokki av Den Kongelige Norske St. Olavs Orden. Sama ár fekk hon Lindemanprisen og varð eisini tilnenvd tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.