Loading Events
Stroyming |

Climate Church Collective – Room of Organs

Nær

30. mai 2020 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími

Climate Church Collective – Room of Organs

Climate Church Collective – Room of Organs
DIY Performance
Room of Organs – Do It Yourself er ein framførsla, sum tekur støði í vegleiðingum, har tú sjálv/ur skapar listan eftir løttum video-, teksta- og ljóðvegleiðingum.

Í eini tíð, sum er merkt av isolatión, vil Room of Organs viðurkenna, bjóða av og fevna um samveru og samstarv í og uttanfyri okkum sjálvi. Verkið er tilognað menniskjum í økologiskari kreppu, og tað bjóðar hyggjarum eina nærverandi og spælandi uppliving, har tey saman kunnu skapa eina heilaga løtu.

Til Room of Organs framførsluna hevur tú tørv á einum rúmi, har sýningin skal henda og í minsta lagi einum tíma av tíð. Endaliga longdin av framførsluni avhongur av tínum egna tempo. Við tingum, sum tú finnur í tínum nærumhvørvi, verður tú t.d. biðin um at skapa eitt altar.

Climate Church (Ilmastokirkko) er ein finsk listaverkætlan og eitt kollektiv, sum granskar sambandi ímillum økologiska krisu og tað heilaga.

Arbeiðsbólkur: Laura Marleena Halonen, Ville Kabrell, Ronja Louhivuori

Hvar