Bergen filmharmoniske orkester
v/ Víkingur Ólafsson og Edvard Grieg Kor
Eyðkennisverkið hjá Festspillene framført í Reykjavík og Bergen – í senn.
Klaverkonsertin hjá Grieg í a-moll hevur verið spæld á nærum øllum Festspillene síðan 1953 og er av sær sjálvum vorðin eitt slag av eyðkennislagi fyri festivalin.
Í ár er Víkingur Ólafsson, ein skjóttrísandi íslendsk stjørna, sum eisini er vælkendur her heima, solistur. Síðsta útgáva hansara fekk m.a. ein ummælara frá The Telegraph í Bretlandi at siga «Meet the new superstar of classical piano».
Av tí at altjóða ferðing enn er avmarkað vegna Korona, kann Víkingur ikki vera í Bergen, sum ætlað. Í tøttum samstarvi við Bergen Filharmoniske Orkester og dirigent teirra Edward Gardner, er tó borið so í bandi, at hann spælir solostemmuna heima í Reykjavík.
Á skránni verður eisini The Fruit of Silence hjá lettiska tónaskaldinum Pēteris Vask, sum strúkararnir í Bergen Filharmoniske Orkester fara at framføra saman við Edvard Grieg Kor. Verkið byggir á ein tekst hjá móður Teresu:
«The fruit of silence is prayer.
The fruit of prayer is faith.
The fruit of faith is love.
The fruit of love is service.
The fruit of service is peace.»