Loading Events
Stroyming | SALT

Avslutningskonserten

Nær

3. juni 2020 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

Ókeypis

Avslutningskonserten

Salt bjóðar vælkomin til at síggja stroymingina á stórskíggja í Salt kl 17:00

Avslutningskonserten
v/Oslo-Filharmonien & Leif Ove Andsnes
Meistarligu klaverkonsertirnar hjá Mozart.

100ára føðingardagsbarnið Oslo-Filharmoniin endar ársins festival við eini reinari Mozart-skrá. Leif Ove Andsnes er bæði solistur og dirigerar frá klaverinum.

Saman framføra tey klaverkonsertir nr 20 og 21 hjá Mozart umframt hansara fyrstu klaverkvartett. Øll verkini eru skrivað í tíðarskeiðnum 1785-1786, tá tónaskaldið hevði eina serliga kreativa periodu, sum vísti seg at fara at broyta klaverkonsertina sum format fyri alla tíð. Uppá tvey ár skrivaði Mozart eina røð av meistaraverkum í genruni, har hann endurhugsaði leiklutirnar hjá ávikavist solistinum og orkestrinum og skapti nýggjar møguleikar fyri samskifti og samvirkni.

Klaverleikarin Leif Ove Andsnes er nýliga farin undir eina fleiráriga verkætlan við innspælingum og altjóða konsertferðum við støði í hesum báðum árunum hjá Mozart.

Oslo-Filharmonien hátíðarheldur hesa sesongina síni fyrstu 100 ár og hava m.a. markerað hetta við eini altjóða konsertferð í heyst saman við nevniliga Leif Ove Andsnes.

Konsertin verður spæld í Oslo Konserthus.  

Hvar