
METER I SEKUNDET
Hella Joof (f.1962) hevur gjørt danska skemtifilmin ”Meter i sekundet”, sum byggir á metsølubókina hjá Stine Pilgaard, ið er um mentanarmunir millum bý og bygd í Danmark. Í filminum fylgja vit Mariu, sum treyðugt vil flyta úr Keypmannahavn, tá makin fær arbeiði á Velling Højskole. Hon skilir ikki petti av lívinum í lítla vesturjútska býnum, […]











