Loading Events
| SALT

Fuglar okkara

Nær

29. november 2022 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Fuglar okkara

Fuglar okkara

29. November kemur Silas Olofson at hava bókaframløgu av stórverkinum “Fuglar Okkara”. Høvi verður at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Eisini verður greitt frá tilgongdini at gera bókina.

Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.

Í verkinum FUGLAR OKKARA verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.

Hvar