Loading Events
Konsert | SALT

James Bond Konsert / Dansur

Nær

18. november 2022 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 250

James Bond Konsert / Dansur

James Bond

“Shaken, not stirred”, takk.

Síðani fyrsti filmurin varð sýndur í 1962, eru tilsamans 27 James Bond filmar framleiddir og sýndir kring allan knøttin. Filmarnir, ið byggja á skaldsøgur eftir Ian Fleming, eru eisini vorðnir kendir umvegis tónleikin. Hvør kennir ikki eyðkenda temalagið úr “Dr. No” (1962), ella “Diamonds Are Forever”, sum Shirley Bassey sang í 1971, og í nýggjari tíð “No Time To Die” (2021), har Kallsoyggin slapp upp í part. Hesir – og fleiri afturat – verða at hoyra til stórfingnu James Bond konsertina, sum nakrir av fremstu tónleikarunum í Føroyum fara at mynda.

So finnið stilettir og jakkasett fram, pussið skógvarnar, og møtið okkum á reyða løbaranum.

Sangur: Edith Dahl Jakobsen og Guðrun Sólja Jacobsen

Gittar: Allan Tausen

Bass: Kristoffer Mørkøre

Trummur: Jan Rúni Poulsen

Klaver: Bjarni Lisberg

Blásarar: Johan Hentze og Ólavur Olsen

Longd: 75 minuttir. Eingin steðgur er í konsertini.

Hvar