Aftersun er fyrsti filmur hjá 35 ára gomlu skotsku Charlotte Wells, sum hevur lisið film í New York. Aftersun er tann filmur á skránni hjá Filmsfelagnum, ið hetta skeiðið hevur fingið hægsta stigatal, 95 stig av 100 møguligum, hjá Metascore. Filmurin er um Sophie (Frankie Corio), ið grundar yvir eina charterferð við pápanum (Paul Mescal) í Turkalandi fyri tjúgu árum síðan. Við høvuðsdenti á viðurskiftini millum pápa og dóttir førir filmurin okkum eymligani aftur til sólheita frítíðarstaðin í 90’unum, har vit møta sólbrúnum ferðafólkum, ið dansa Macarena og liggja slotandi við svimjihylin, meðan ein karaokesangari roynir seg við sanginum hjá R.E.M. ”Losing My Religion”. Paul Mescal hevur fyrr spælt við í røðini Normal People og í Oscartilnevnda filminum The Lost Daughter. Poetiskt melankolski filmurin Aftersun varð frumsýndur í Cannes í fjør.
Genra:Drama
Longd:01:42
Censur:ikki viðmælt til børn undir skúlaaldur