Loading Events
SALT Bio | SALT

BOY FROM HEAVEN

Nær

9. februar 2023 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

BOY FROM HEAVEN

Krimifilmurin Boy from heaven fer fram í Kairo, har útróðrarsonurin Adam (Tawfeek Barhom) púra óvæntað sleppur at lesa á lærda Al-Azhar stovninum, ið er avgjørdi maktmiðdepilin hjá sunnimuslimum. Filmurin, sum vann virðisløn fyri besta handrit í Cannes í fjør, og í ár er svenska Oscaruppskotið, er ein hugtakandi spenningssøga á arabiskum um njósnarar, makt og duldar ráðagerðir, sum vit aldri áður hava sæð. Beint sum Adam skal byrja at lesa, bráðdoyr stórimamurin, ið er andaligi leiðarin á lærustovninum. Avleiðingin er, at politiska maktin í Egyptalandi er ikki at kenna aftur, nú hon er gloppin øllum teim kendu valdspersónunum av hondum. Myndugleikarnir seta Ibrahim (Fares Fares) at granska málið, tí hildið verður at hann kann peika á næsta leiðaran. Tá lagar lagnan tað so, at júst Adam verður partur av einum náðileysum dysti millum andaligu og politisku leiðararnar um maktina í landinum. Við Adami fáa vit innlit í eina markleysa ræðusøgu, har eingin veit, hvør er at líta á. Leikstjórin, Tarik Saleh, er føddur í Stockholm í 1972 og hevur fyrr gjørt filmarnar Metropia (2009) og The Nile Hilton Incident (2017).

 

Genra:Drama, Thriller

Longd:02:06

Censur:11 ára aldursmark (viðmælt)

Hvar