Aura Duo
SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe IslandsJúlia Cavaller Triay (flute) Patricia Martín (clarinet)
Júlia Cavaller Triay (flute) Patricia Martín (clarinet)
Mattias Kapnas er ein klassiskur pianistur, sum eisini spælir ein breidan hóp av samtídartónleiki. Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn har hann m.a. granskadi í føroyskum klavertónleiki. Í 2017 útgav hann sína fyrstu soloplátu vid tónleiki eftir Kristiani Blak. Í ár kemur onnur solopláta út vid tónleiki eftir Paula í Sandagerdi. Mattias býr […]
Impro-tónleikur, elektroniskur tónl. í eymligum favnlagi við klassiskum kamartónleiki. Vit villast í surrealistiskum ljóðlandslagi, sveima á himmalhválvuni á mjørkafyltum ljóðbylgjum har varðarnir vísa vegin. Varðar eru lagaðir av fólki ígjøgnum hundratalsár. Teir eru sum teskandi høggmyndir í køldum oyðilandi, ýti hjá gongufólki, tá mjørkin brádliga kemur ella myrkri goymir dragandi vakra lagnumikla fjallalendið. Kim […]
Aldubáran er klassiskur tónleikabólkur stovnaður í 1995 av slóðbrótarum úr føroyska tónleikalívinum. Tónleikabólkurin spælir eitt breitt úrval av tónleiki, frá klassiskum stórverkum til nýskrivaðan tónleik eftir bæði útlendskum sum føroyskum tónaskaldum. Á Summartónum 2022 fer Aldubáran at hava tríggjar konsertir við tónleiki fyri blásarar: 23. juli kl. 19.00 í Hátúni 24. juli kl. 15.00 í […]
Hornorkestur og kór sangur hevur altíð havt ein stóran tydning fyri tónleikalívi í Føroyum. Sjálvdan er tað ein stevna ella ball har tað ikki verður sungið ella mann hoyrir hornblástur. Á hesari konsertini fara Aldubáru messinkvartett at framføra saman við bariton sangaranum, Herfinni Árnafjall. Teir fara at geva áhoyraranum eina góða blanding av sangi og […]
Henda nýggja kvartettin er samansett av fýra virknum tónleikarum úr fýra ymsum norðanlondum. Tann heldur sermerkta blandingin av ljóðførum - trummur, bassur, saksofon og bassklarinett/steel guitar - opnar upp fyri nýggjum ljóðligum møguleikum, sum man sjáldan hevur hoyrt fyrr. Tónleikararnir hava funnið hvønn annan gjøgnum teirra kærleika fyri jazzi, og frælsinum hann gevur, og tí meiri […]
EagleCentric er experimenterandi elekroniskur jazz tónleikur komponeraður og framførdur av Arnold Ludvig Anders Hjuler málar "Live" málningar til tónleikin, ið verður víst beinleiðis á stórskíggjan í SALT Anders Hjuler (artist) Arnold Ludvig (electronics, bass) Símun Berg (video)
Froðbiar Sóknar Bluesorkestur sló sínar fyrstu tónar á sumri í 2007 á kongaliga pubbini á Tvøroyri. Løgini eru alt frá gomlum deltablues og boogie til nýggjari bluesrock og funk. Manningin er: Bogi Petersen - trummur Dávið Jacobsen – bass Óli Holbæk Mortensen – guitar Kristian Holbæk – vokal og mundharpu. Konsertin er ókeypis.
Lív og Tróndur - ein føroysk duett sum hava sungið saman síðani 2011. Tónleikurin tey framføra er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur men hevur eisini ein puls. Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka […]
Summartónar hendan sunnudag er Elin Brimheim Heinesen. Elin Brimheim Heinesen (sang, gittar) Eyðun Mohr Hansen (gittar) Edvard Nyholm Debess (bass) Rógvi á Rógvu (trummur)