Hornorkestur og kór sangur hevur altíð havt ein stóran tydning fyri tónleikalívi í Føroyum. Sjálvdan er tað ein stevna ella ball har tað ikki verður sungið ella mann hoyrir hornblástur.
Á hesari konsertini fara Aldubáru messinkvartett at framføra saman við bariton sangaranum, Herfinni Árnafjall. Teir fara at geva áhoyraranum eina góða blanding av sangi og hornblástri.
Á skránni verða nýggj verk av Páll Sólstein, Paula í Sandagerði og Kára Bæk.
Eisini fara teir at framføra útsetingar av eldri og nýggjari føroyskum sangum.
Ólavur Olsen, Johan Hentze (trumpet)
Páll Sólstein (horn)
Andras Olsen(trombone)
Herfinnur Árnafjall (baryton)