Mattias Kapnas er ein klassiskur pianistur, sum eisini spælir ein breidan hóp av samtídartónleiki.
Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn har hann m.a. granskadi í føroyskum klavertónleiki. Í 2017 útgav hann sína fyrstu soloplátu vid tónleiki eftir Kristiani Blak. Í ár kemur onnur solopláta út vid tónleiki eftir Paula í Sandagerdi.
Mattias býr í Sandavági og umframt ymiskum tónleikaverkætlanunum, spælir hann javnan konsertir í føroyum og uttanlanda, sum solistur, eins og í ødrum tónlistarligum samanhangum.
Í samband vid nýggju útgávuna verda konsertirnar á Summartónum 2022 burturav vid tónleiki eftir Paula Í Sandagerdi.
Í ár eru júst 50 ár, síðan Pauli í Sandagerði skrivaði fyrstu smáu klaverstykkini. Í 1972 var at kalla eingin tónleikur skrivaður fyri ljóðføri í Føroyum, so hetta var nakað, sum fólk veruliga tosaðu um.
Í sjeytiárunum vóru møguleikarnir at gerast klaverleikari ella tónaskald burturav ikki teir stóru í Føroyum, so Pauli lærdi til lærara í fyrsta umfari. Men tónleikurin kom at fáa alt størri rúm, og í dag eru fleiri enn 250 størri og smærri verk at finna á listanum.
Klaververkini eru lutfallsliga fá, men kortini geva tey eina góða mynd av tí, sum hent er frá tí degi, fyrstu trilvandi tónaverkini fyri ljóðføri vórðu til, og fram til dagin í dag.