Aldubáran er klassiskur tónleikabólkur stovnaður í 1995 av slóðbrótarum úr føroyska tónleikalívinum. Tónleikabólkurin spælir eitt breitt úrval av tónleiki, frá klassiskum stórverkum til nýskrivaðan tónleik eftir bæði útlendskum sum føroyskum tónaskaldum.
Á Summartónum 2022 fer Aldubáran at hava tríggjar konsertir við tónleiki fyri blásarar:
23. juli kl. 19.00 í Hátúni
24. juli kl. 15.00 í SALT
25. juli kl. 19.30 í Christianskirkjuni
Á skránni er kenda oktettin fyri blásarar eftir Igor Stravinsky, sum varð skrivað í París í 1923.
Eisini verður verkið Brellbitin eftir Magnusi Johannesen spælt, umframt tvey nýskrivað verk
eftir ávíkavist Jón Festirstein og Páll Sólstein.
Andrea Heindriksdóttir (flute)
Anna E. Klett (clarinet)
Joost Bosdijk (bassoon)
JógvanZachariassen (bassoon)
Páll Sólstein (horn)
Ólavur Olsen, Johan Hentze (trumpet)
Andras Olsen, MariaWang Reinert (trombone)
Bernharður Wilkinson (conductor)
Works by Igor Stravinsky, Magnus Johannesen, Páll Sólstein and Jón Festirstein