SALT-SIGLING

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

SALT-SIGLING! Træseglskipini hava sett kós, og ferðamálið er SALT á Drelnesi í Suðuroynni. Skrá, fríggjadag 8 juli. 2022 Kl. 16.00 - 19.00 - SALT er opið Kl. 17.00 - Móttøka á Drelnesi, Hornorkestrið spælir Kl. 17.15 - Kristin Michelsen, borgarstjóri, heldur røðu Kl. 17:30 – 19:00 - Opið skip. Almenningurin er vælkomin at vitja umborð […]

Heimildarfilmurin- A Taste of Whale

A Taste of Whale Nýggjur heimildarfilmur um grindadráp. I samstarvi við nevndina í Grindamannafelagnum Á hvørjum ári verða grindahvalir riknir inn í føroysku firðirnar. Blóðigu myndirnar skelka útlendskar fjølmiðlar. Við knívi í hond vísa føroyingar á kávalæti hjá teimum, ið fordøma grindadráp, samstundis sum tey lata eyguni aftur fyri drápinum innan í kjøtídnaðin. Tá djórverndarfólk […]

Ekkó í SALT

Ekkó í SALT mánakvøldið 10. oktobur kl. 20.00. Ekkó er ein kristilig landsumfevnandi stevna, har tónleikur, felagsskapur og uppbyggjandi umhvørvi eru í hásæti. Kom ein túr og fá tær eina uppliving fyri lívið. Síggjast!

Føroya Landsorkestur

Kom og hoyr frálíka ljóðið av næsta ættarliðnum av Føroyskum tónleikarum. Føroya Landsorkestur er samansett av nøkrum av gávuríkastu ungu tónleikarunum í landinum. Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum, sum fevnur um træblásarar, messing og slagverk (og kontrabass). Á fjølbroyttu skránni til konsertina eru m.a. útsetingar av vælkendum orkesturverkum, filmstónleikur, tónleikur úr sangleikum, jazzur og nýggj verk skrivað serliga til […]

Café SALT

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

'Café Salt' letur upp aftur. Steðgur hevur verið í vegna koronu, løgtingsval o.a., men nú venda Jákup Magnussen og Ólavur Rasmussen aftur við sendingini, Café Salt. Við ársenda í 2021 sendi Kringvarpið tvær reisur útvarpssendingina 'Café Salt' í samstarvi við Mentanarhúsið Salt á Tvøroyri. Talan er um eitt slag av kvøldsetu við bæði álvarsomum og […]

Kafé SALT

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Almenn kvøldseta og útvarpssending í kvøld klokkan 19.00: Fjølmiðladeildin hjá Mentanarhúsinum Salt, kallað Radio Salt, og Kringvarp Føroya skipa í kvøld fyri 'Café Salt', sum er útvarpssending við áhoyrarum. Ókeypis atongd. Skráin er fjølbroytt. Vágskonan, Annie O. Eysturoy, greiðir frá mongu árum sínum uttanlands, har hon nam sær útbúgving á lærdum háskúla í Eysturríki og […]

Musikalskur sjónleikur: Ein kenguru sum tú

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

”Ein kenguru sum tú” er ein stuttligur, lívsjáttandi og musikalskur sjónleikur um tveir útløgukattar, sum skulu venjast at spæla í eini sirkuskapping, sum prinsessan á kongsborgini skipar fyri. Teirra gerandisdagur er avmarkaður og einstáttaður. Tí rýma teir og royna at finna ein unnusta til sín venjara, so øll tey kunnu verða eitt rætt húski. Sýningin […]

Felags kvøldskúlaframsýning í Salt.

SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

Felags kvøldskúlaframsýning í Salt. Árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Tvøroyrar kvøldskúla og Sumbiar kvøldskúla verður hátíðarhildin saman í Salti leygardagin 29.apríl frá kl14.00 til 18.00 Sýnt verður fram ymiskt av tí, sum er gjørt í Tvøroyrar kvøldskúla og Sumbiar kvøldskúla ( Kvøldskúlin í Sumba ) skúlaárið 2022/23. Á skránni verður m.a.: Horntónar Harmonikutónar Line Dansur Framsýningin letur […]