Loading Events
Barnatiltak, Ókeypis | SALT

Musikalskur sjónleikur: Ein kenguru sum tú

Nær

25. apríl 2023 kl. 18:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Musikalskur sjónleikur: Ein kenguru sum tú

”Ein kenguru sum tú” er ein stuttligur, lívsjáttandi og musikalskur sjónleikur um tveir
útløgukattar, sum skulu venjast at spæla í eini sirkuskapping, sum prinsessan á kongsborgini skipar fyri.

Teirra gerandisdagur er avmarkaður og einstáttaður. Tí rýma teir og royna at finna ein unnusta til sín venjara, so øll tey kunnu verða eitt rætt húski.

Sýningin er ein sannur skemtileikur í einum skeivum sirkusheimi, har vanligar
mannagongdir fáa seg royndar. Dáma útløgukattum vatn? Var Mozart samkyndur? Hvussu
sær ein kongsdóttir út? Kann ein svartur pantari vera grønmetisátari og hvat er eitt húski av
røttum?

”Ein kenguru sum tú” miðlar í einum ævintýrligum heimi, at øll eru egin, og at man skal
ikki lurta eftir fordómum, men gera sær sína egnu mynd av tí, man møtir á lívsleiðini.

GG* Tiltakið er ókeypis!

GG* Sjónleikurin egnar seg til allar barnafamiljur, har børnini eru 6 ár og upp eftir.

Hvar