Loading Events
Filmur, Ókeypis |

Heimildarfilmurin- A Taste of Whale

Nær

25. juli 2022 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Heimildarfilmurin- A Taste of Whale

A Taste of Whale

Nýggjur heimildarfilmur um grindadráp. I samstarvi við nevndina í Grindamannafelagnum
Á hvørjum ári verða grindahvalir riknir inn í føroysku firðirnar. Blóðigu myndirnar skelka útlendskar fjølmiðlar. Við knívi í hond vísa føroyingar á kávalæti hjá teimum, ið fordøma grindadráp, samstundis sum tey lata eyguni aftur fyri drápinum innan í kjøtídnaðin.
Tá djórverndarfólk frá Sea Shepherd fara til Føroyar at mótmæla gerast Føroyingar ósamdir og sinnini kóka. Við varsemi og góðum innliti roynir leikstjórin Vincent Kelner at lýsa samansettu ósemjurnar uttan at taka støðu fyri ella ímóti. Kanska er tað tørvur á at lýsa fleiri enn tvær síður av hesum máli.

Høvið verður, at seta spurningar til leikstjóran, Vincent Kelner, aftaná filmin.

Longd: 85 min

Tiltakið er ókeypis

 

“This documentary offers a refreshingly multidimensional take on the practice of whale hunting in the Faroe Islands”
– The New York Times

“Absorbing and thought-provoking”
– Golden Globes award

Hvar