Loading Events
Aarhuus Universitet - Fyrlestur, Stroyming | SALT

Yngri við árunum

Nær

12. oktober 2021 kl. 18:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Yngri við árunum

Ikki bara liviháttur, men eisini livitilgongd er við til at avgerða um vit fáa eitt langt lív við fáum “hallárum” – sum Bente Klarlund, so sigandi, hevur doypt árini í aldrinum har menniskjan stigvíst verður meiri viðbreki.

Sum plastikkdupparnir á endunum á lissunum, sita sokallaðir telomerar á endunum á okkara kromosomum, og fáa kromosomini í javnvág. Hvørjafer ein sella deilir seg, dettur eitt lítið petti av telomerunum av.
Ein kan siga at okkara sellur hava klippikort, tí fyri hvørja einastu selludeiling, verður eitt klipp í endan á kromosomunum. Og einaferð verðu klippikortið uppi, og so kann sella aldrin deilast aftur. Tá kann ein siga, at sella er “komin í elli”.

Tað vísir seg, at kroniskur bruni gevur stuttar telomerar og fær ellisprosessuna at renna skjótt, meðan ein sunnur liviháttur og ein jalig livitilgongd bremsar brunan og styrkir komosonurnar.

Ungdómskeldan er funnin og hon er ein ørgrynna av vísandarligum lísvháttarráðum íð styrkja tí fysisku og sálarligu heilsuna. Tað snýr seg um sunnan kost, slettis ongan royk, vín við máta og ríkiligt av rørslu og svøvni.

Tað er eisini tídningarmikið at sleppa undan óneyðugum brýggingum og hava fokus á tað í gevur lívið meining. Tað snýr seg t.d um familiu og vinir, at verða við í sjálvbodnum arbeiði ella á aðrar háttir hugsa um onnur enn sjálvan teg.

Tað er ikk i minst týðningarmikið at uppliva viðringarótta – tann serstaka brúsandi kenslan av at verða bergtikin, eldhugaður og rúnabundin. Um tað er ein stjørnuhimmal, eitt sólsetur ella at hoyra dreingjakórið syngja, so er tað týdningarmikið at menna kansin fyri at verða gripin av viðringarótta.

Tað er møguligt at seinka eldingina og ein ráður sjálvur – í vissan mun – um tú vil doyggja ein sunnur 90-ára gamal ella ein sjúkur 80-ára gamal. Ein kan nevnliga velja at fylgja einum livihátti har sellurnar í kroppi tínum, í lívfrøðiligum hátti, verða yngri.


Bente Klarlund Pedersen, klinisk professor ved Københavns Universitet, overlæge på Rigshospitalet og leder af Center for Aktiv Sundhed (CFAS)

Hvar