Ringasta menniskja í verðini (Verdens verste menneske, Joachim Trier Noreg 2021 127 min) Fleirfalt virðislønti filmurin hjá norska Joachim Trier, Verdens verste menneske, er um hina ungu Juliu (Renate Reinsve), og hennara ynski um sanna kærleikan og besta arbeiðið, sum noyða hana at hyggja nærri eftir sær sjálvari og grunda yvir, hvør hon veruliga er. Filmurin um Ringasta menniskja í verðini er ein bæði hugtakandi og stuttligur leikur, sum við heitum tónaflogið bjóðar romantiska tankanum um kærleika av, tí hann er so trupul at greiða, kærleikin. Julia er komin so mikið til árs, at tey flestu, íroknað sjeikurin Aksel (Anders Danielsen Lie), hava á orði, at nú burdi hon fingið sær mann, børn og íbúð. Men Julia er ikki komin til sættis við lívsins stóru spurningar, tá hon hittir Eivind (Herbert Nordrum), sum opnar nýggjar heimar fyri henni. Kann tað vera, at týdningarmestu avgerðirnar longu eru tiknar, og ikki liggja fyri framman?
Ringasta menniskja í verðini er ein sjálvstøðugur partur av tríparta søguni hjá Joachim Triers, har hann lýsir Oslo.
Fyrsti filmur í røðini var Reprise (2006) og síðan kom Oslo, 31. august (2011). Filmurin vann virðisløn í Cannes fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut og varð í tveiumum førum í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina og BAFTA virðislønina. Í Noregi vann filmurin seks Amanda virðislønir, m.a. sum besti filmur og ”folkets beste film”. Ringasta menniskja í verðini, sum í 89 førum er í uppskoti at verða virðisløntur, er millum fimm teir bestu norðurlendsku filmarnar í ár.
Spælilongd: 2:07
Mál: NO
Tekstur: DK