Loading Events
SALT Bio | SALT

MUGGE & hans mærkelige hjerne

Nær

6. november 2022 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

MUGGE & hans mærkelige hjerne

Fyrsta dag eftir summarfrítíðina skulu næmingarnir í kommunuskúlanum í Basserup til roynd. Og so tá tann so glaði drongurin, Mugge, vísir seg at hava
so løgnan heila, at hansara svar spreingja teldurnar og øll telduskipanin fer av lagi. Umgangandi verður hann sendur í serflokk, og øll halda, at hansara
framtíð er bæði døpur og tung.

Hann ger tí av at byrja sín egna skúla. Ein skúla, har børn við løgnum heilum kunnu vera. Hann nevnir skúlan Frælsið.
Samstundis byrjar hansara besta vinkona, Sofía, á einum hernaðarskúla fyri úrmælingar, ið eitur Killer Instinct School System.
Fjarstøðan teirra millum gerst alt størri, og brátt hongur vinarlagið í einum klønum tráði. Tá kappingin ”Kommunumeistaraheitið í skúla” verður kunngjørd, hvessast spenningarnir teirra millum enn meira.

Men alt í einum herjar ein ovurvaksin, genspleisaður puddilhundur har í grannalagnum, og tey bæði verða so noydd at arbeiða saman, tó at tey eru so ymisk av lyndi.

Kelda: Nordisk film
Sjónleikarar: Jens Jacob Tychsen, Stephania Potalivo, Mikael Wulff, Anders Morgenthaler, Iben Hjejle, Mia Lyhne, Jan Gintberg
Leikstjórar: Mikael Wulff, Anders Morgenthaler
Teknifilmur.
Longd: 01:23
Onki aldursmark.

Hvar