
Tiltak | Kafe Tvørá
Íverksetarafundur á Kafe Tvørá
Longd
Áleið 2 tímarHvar
Kafe TvøráKostnaður
ÓkeypisÍverksetarafundur á Kafe Tvørá
Hevur tú eina verkætlan, ið tørvar fígging?
So er Hópfígging kanska nakað fyri teg
Kom til eitt spennandi tiltak á Kafe Tvørá, hósdagin 12. november kl. 19.00.
Íverksetarahúsið kemur til Suðuroyar at greiða frá hvussu Hópfígging kann hjálpa tær, at fáa fígging til títt hugskot ella tína verkætlan.
Vit greiða eisini frá, hvussu Íverksetarahúsið kann hjálpa tær, um tú hevur eitt hugskot, ætlar tær í gongd ella longu ert íverksetari.
Harumframt greiða vit frá nýggja samstarvinum, ið Íverksetarahúsið hevur gjørt við SALT.
Øll eru vælkomin – Vónandi síggjast vit!


