Í fjør gav Hanus Kamban út bókina ‘Antisemitisma, frá um ár seksti til 1945’. Enn í dag er evnið bæði eldfimt og viðkomandi og vit fara tí saman við rithøvundanum at seta sjóneykuna á evnið við trimum kvøldsetum.
Hanus fer greiða frá, hví hann hevur skrivað bókina, og hvussu og nær áhugin fyri jødum og antisemitismu varð vaktur.
Eisini fer hann at taka fram nøkur áhugaverd brigdi í bókini – eitt nú krossferðirnar, svartadeyða, Luther, nationalismuna, og søguna um Lessing og Nathan hin Vísa.
Eftir fyrilesturin er møguligt at ogna sær bókina og fáa hana signeraða. Bókin kostar 250kr
MYND: Kinna Poulsen