Dámligi og væl kendi, danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, verður nú at hoyra og síggja í SALT á Tvøroyri hóskvøldið tann 8. september kl. 19.00. Tað verður bert ein sýning og atgongumerkini eru til sølu á salt.fo.Føroyavinurin hevur nógv uppá hjarta og hevur samansett ein sera persónligan, áhugaverdan og stuttligan fyrilestur, ið er sera viðkomandi fyri tað sum gongur fyri seg í dagsins samfelag.
Soleiðis fortelur hann heilt stutt um sýningina:”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”Lívsgleðin hevur trong kor, í einum heimið av veðurlags vanlukkum, ”vit og tit” kjakið og við forsetum við stórlætiskenslum.Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina orduliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu.Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómur stórtrívist, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta.Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var… ella er hann?Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.Bardagin fyri einum stuttligari lívi er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum, nemliga bardagan um eitt stuttligari og meir autentiskt lív.Og tað er ein bardagi; men tað er ein bardagi, som er verdur at gerast partur av í staðin fyri at standa sum áskoðari og hyggja at.
Ein sera hugvekjandi fyrilestur, ið vekjur látur, umhugsni og vón!