Nýggi heimildarfilmurin, ”Eg reið mær avstað”, sum Suni Merkistein hevur lagt til rættis, og Rúni Friis Kjær hevur klipt og sett saman, varpar ljós á tvær føroyskar meginútrásir.
Greitt verður frá, hvussu føroyskir langfarasjómenn, ið fiskaðu á fjarleiðum fyri á leið seksti árum síðani, fingu tokka til tann amerikanska countrytónleikin, sum teir bóru við sær heim undan Ný Foundlandi.
Soleiðis birtist ansurin í Føroyum upprunaliga fyri hesum tónleiki. Hóast countrysiðvenjan man standa sterkari í Føroyum enn í londunum uttan um okkum, gingu kortini fleiri ár til country vaks fram sum ein føroysk tónlistagrein fyri seg.
Og her koma vit til aðru útrásina. Søgan byrjar í 1989 – fyri tretivu árum síðani. Tá fer hin tá 23 ára gamli tónleikaframleiðarin Jákup Zachariassen av sínum eintingum til Nashville.
Ørindi hansara eru at vita, um áhugi er á amerikansku countryháborgini fyri føroyska sangaranum Alex Bærendsen.
Soleiðis byrjar ein næstan ævintýrlig søga um gávaðar føroyskar amatørar og hitt mæta A-liðið í Nashville.
Filmurin er umleið 135 minuttir langur.