Til børn 3 ár og eldri.
Barnasjónleikur um tær báðar lundapisurnar, Ludda og Lundisu. Leikurin byggir á nýggju bókina Luddi & Lundisa og ein risapisa, sum kom út í november 2020.
Kom við í lundaland, tá Luddi og Lundisa syngja um blómurnar og hugna sær ein góðveðursdag. Knappliga hoyra tey eitt hurr, hurr, hurr í luftini og síggja ein stóran, løgnan fugl. Tað má vera ein risapisa.
Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bókina, Luddi & Lundisa og ein risapisa, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt. Hetta er triðja bókin í væl umtóktu røðini um lundarnar.
Leikbólkurin Veia framførir leikin. Leikarar: Vár Berghamar Jacobsen, Eir í Ólavsstovu, Guðrið Patursson og Durita Dahl Andreasen. Pallsmiður: Sámal Blak. Leikstjóri: Vár Berghamar Jacobsen.
Tiltakið er samstarv millum leikbólkin Veia og SALT.