Andrias Blaasvær og Helena Joensen eru lesandi á kongaliga danska musikkonservatoriuminum. Andrias lesur undir Elisabeth Zeuthen og Helena undir Emil Gryesten. Tey vunnu 1. og 2. virðisløn í tónleikakappingini Stella Polaris. Tónleikurin, sum tey spæla, er mest úr tí seinromantiska og modernaða tíðarskeiðnum.
Sunnudagin 16. august framføra tey her í SALT.