Ølsmakking
Mál: danskt
Entré: 30 kr.
Fyrilestrarhaldarir:
bryggari Zoran Gojkovic
Erik Lund, Carlsberg Laboratorium
Hoyr professionellar bryggarar fortelja um týdningin av geri fyri ølsmílin, um ávirkanina av malti á lit, smakk og smakkhaldføri og um leiklutin hjá humlu sum smakk- og aromagevi.
Undir fyrilestrinum fært tú serverað smáar smakkroyndir av fimm útvaldum ølsløgum.
Menniskjan hevur byggjað øl í nærum 10.000 ár, tí at bryggingartilgongdin sum útgangsstøði er einføld og nátúrlig tilgongd, sum kombinerar næling av bygg – tvs. malting – við gering.
Hóast tilgongdin at vísa seg er einføld, so er ølsmakkurin allíkavæl ein sera kompleks samvirkan millum tey brúktu ráevnini – í fyrsta lagi tey ymisku malt- og humlusløgini – og vali av geri og tann nýtta bryggingartilgongdin. Eyðmerktir eru yvir 700 ymiskir aromaliðir í øli, og nýggir koma javnan til listan.
Í hesum fyrilestri hoyra vit um týdningin, sum gerið hevur á ølaromaina og ávirkanin, sum maltið hevur hevur á øl-litin, smakkin og smakkhaldføri. Tú fært eisini innlit í leiklutin, sum humla hevur smakk- og aromagevi, og fyrilestrarhaldararnir fara eini at skifta orð um týdningin av bryggingartilgongdini og hvussu ein ger alkoholfrítt øl.
Undir fyrilestrinum fært tú serverað smakkroyndir av fimm útvaldum ølsløgum. Tú smakkar tey eitt og eitt so hvørt sum tey eru umrødd í fyrilestrinum.