Upplivingar | Bátatúrur

Suðuroyarbjørgini

Nær

29. mars 2024

Longd

Áleið 1 tími og 15 minuttir

Kostnaður

DKK 350

Suðuroyarbjørgini

Suðuroyarbjørgini – Siglitúrur við Scorpion ella Tornado

Í Suðuroynni eru tveir skjóttgangandi bátar, sum gera túrar undir Suðuroyarbjørgunum. Tornado ger serliga túrar av Hvalbiareiðinum, meðan Scorpion serliga ger túrar undir Beinisvørð og bjørgunum har, byrjað verður úr Sumba. Størri bólkar kunnu bíleggja túrar frá báðum bátunum.

 

Scorpion hjá Sigurd Gudmundsson
Sigurd Gudmundsson hevur í nøkur ár bjóða ferðafólki, stevnugestum og øðrum ein túr við skjóttgangandi báti sínum Scorpion. Báturin er ein RIB Formula 1 rasarabátur. Fólkini sum sigla bátin hava øll neyðug skeið og hava royndir at sigla júst hesir túrar. Ferðafólkini fáa bjargingarvest útflýggjaðan. Scorpion ger fleiri sløg av túrum, bæði skjóttgangandi túrar og meiri spakuligir náttúrutúrar, har ferðafólkini heldur ynskja at njóta vøkru náttúru okkara. Veðrið hevur nógv at siga fyri um ella hvar tað ber til at sigla. Onkuntíð viðrar bara eystanfyri og aðrar tíðir viðrar bara vestanfyri. Vindur og streymviðurskifti hava stóran týdning, men alt hetta vita fyriskipararnir, so ring og spyr. Sigurd hevur telefon 213359. Vitja heimasíðuna: www.scorpion.fo

Tornado hjá RIB62
Báturin Tornado hjá felagnum RIB62 úr Hvalba ger túrar undir Suðuroyarbjørgunum. Hvalbingarnir, sum skipa fyri túrinum, siga, at túrurin er serliga vakur um kvøldið, tá sólin er við at fara niður. Fólk kunnu melda seg til túrin við at ringja á telefon 566262. Siglt verður av Fiskieiðinum, sum er tað sunnara av báðum Hvalbiar Eiðunum, skelti á Bíarvegi í Hvalba vísir, hvar ein skal snara móti vestri. Túrurin varar umleið ein tíma og kostar 350 kr. Siglt verður norður eftir móti Ásmundarstakki, sum er vestanfyri Sandvík. Siglt verður eisini inn í eina ella fleiri holur. Báturin er sýnaður av Skipaeftirlitinum og verður sýnaður 2. hvørt ár. Trygdin er á høgum støði. Tey ferðandi skulu vera ílatin flótidrakt og bjargingarvest. Draktir og vestar umframt trygdarbrillur, húgvur og handskar eru til øll ferðandi. Tilmelding á telefon 566262 ella 575251. Sí eisini heimasíðuna www.rib62.com

Sigling og síging
Fólkini sum skipa fyri bátatúrunum við Tornado samstarva eisini við tey sum skipa fyri síging á Norðbergseiðinum vestanfyri Hvalba, so møguleiki er fyri at royna at síga og síðan royna bátatúrin við Tornado undir Suðuroyarbjørgunum beinleiðis av helluni, sum sigið verður niður á.

—————–

Sagt verður frá á kunning.fo,  á Suðurrás og á Facebook, tá túrar verða, men eru tit ein bólkur ber til at bíleggja beinleiðis frá veitaranum.