Upplivingar |

Neysting

Nær

29. mars 2024

Hvar

Suðuroy

Neysting

Bátabólið er sniðgivið og teknað við íblástri frá føroyska útróðrarbátinum og er á stødd við eitt 6 mannafar.

Sum tú kemur eftir norðuratlants ráa landslagnum steðgar tú á og fært eygað á neystini niðri við vatnkantin. Tú letur teg leiða oman í fjørðuna og inn í gamla siðbundna autentiska neystið.

Innkomin verður tú møtt av einum fríttsveimandi luti, ið stígur fram í ráa rúminum – sum ein kendur men tó nýggjur skapningur í siðbundna neystinum.

Luturin, BátaBólið, er ein nýhugsan av róðrabáti føroyinganna. Báturin er á nýggjan hátt tikin inn aftur í neystið, sum tað upprunaliga var bygt til – og gjørdur um – til eitt Ból at yvirnátta í.
Her – sveipað av sissandi draperaðum ulldúki – fært tú høvi at balla teg.

Tú upplivir neystið autentiskt. Tú sært sporini av tíðarinnar havi á veggum og taki. Tú hoyrir aldurnar skvatla í fjørðuni, vindin suða uttanfyri og leysliga rista í dúkin á tjaldinum. Tú merkir sjórámið í luftini og verður varur við sálina á staðnum. Tú fært ein smakk av føroyskari søgu, mentan og náttúru.

Hvat man vera feitari fyri teg, sum elskar náttúruna- og kanska eisini hevur gott eyga til mentan og list, enn at yvirnátta á ein serføroyskan og nýhugsandi hátt, mitt í hjartanum av okkara mentanararvi?

 

Pláss er fyri 2 vaksnum, ella 2 vaksnum og 2 børnum.

Bílegg á salt@salt.fo