Heimablíðni í Hvalba og Sandvík.
Heimablíðni er eitt tiltak, sum Kunningarstovan bjóðar ferðandi, sum vitja í Føroyum.
Hetta er samstundis eitt samarabeiði millum Kunningarstovuna og fólk á ávísa staðnum, har tey lokalu opna dyrnar í heimi sínum og vísa heimablíðni, har tey borðreiða við føroyskum mati.
Í Hvalba er tað Elin Dimon Næs í Nesi, ið borðreiðir. Og í Sandvík er tað Vónbjørt á Hólum.
Á vári 2012 vóru tær báðar á fyrireikingarskeiði, sum krevst til tiltakið Heimablíðni.
Um ein ferðandi ynskir hetta tilboð, so er bert at ringja til Kunningarstovuna á Tvøroyri 611080 ella í Vági 733090 og gera eina avtalu. Ringjast má dagin fyri ella í minsta lagi 12 tímar, áðrenn tann ferðandi kemur á heimavitjan. Tað er best, um ferðalagið telur í minsta lagi 4 ferðandi, og ikki fer upp um 12 ferðafólk.
Vilja tit ferðandi hava eina lokala føroyska forkunnuga uppliving kring borðið, so er Heimablíðni avgjørt nakað serligt!