• Politiskur fólkafundur

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Fyrireikarnir: Politisku vælfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum, spennandi fólkafundi leygardagin 11. mai. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl 10 og endar kl 17   Allir flokkanir luttaka Suðuroyggin og útjaðarin í fokus Pallborðsfundur Speakers Corner Ungdómspanel Kaffi & Smyrjibreð Beinleiðis stroyming Tónleikur.   Leiðandi politikarar úr øllum flokkum taka lut, eins og umboið fyri […]

    Free
  • Siloakórið

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Dýrabiðidag, fríggjadagin 17. mai, kemur Siloakórið úr Fuglafirði til Suðuroyar at hava konsert. Konsertin byrjar kl. 17, og er ókeypis. Í Siloakórinum eru umleið 30 sangarar, og kórleiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórinum síðani síðst í áttati-árunum. Vikuskiftið undan páskum var kórið á væl eydnaðari vitjan í Skotlandi, har sungið varð í […]

    Free
  • VSJ + Beinir

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    VSJ og Bólkurin Beinir í SALT 18. mai kl 20   VSJ vann tríggjar FMA virðislønir Ársins útvarpshitt. Ársins vidiolag.  Ársins virðisløn hjá lurtaranum. Tit kenna sangirnar eftirhondini hjá bólkinum VSJ ,men kanska hendir okkurt, sum ikki er hent fyrr í føroyskum tónleiki. Okkurt yvirraskilsi. Beinir, og hansara bólkur koma við nýggjum tilfarið. Bólkarnir siga, […]

    kr150
  • Heiðurskonsert fyri Elvis Presley

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Heiðurskonsert fyri Elvis Presley í SALT   Atgongmerki fáast á: Tangabúðin á Tvøroyri. Torgið í Vági. www.atgongumerki.fo   Bjóða verður nú til nostalgi tiltak í SALT, har Jens Lisberg saman við tónleikarum og Kristel Lisberg sum gesti, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley.     Í 2017 vóru 40 ár síðani at Elvis andaðist, men tónleikaligi […]

    kr150
  • Mentanarnátt

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    SALT, er sjálvandi eisini opin á mentanarnáttini. Í tíðarbilinum 18:00 – 20:00, ber til at vitja í bygninginum og síggja frálíku umstøðurnar, ið her eru. Frásøgumaður verður Álvur Enni, og hann kemur at siga um søguna hjá Salti. Kl. 18.30 - 19.30 spæla feðgarnir Kristian og Óli ("Holbæk & Holbæk") Siloin er ein søguligur bygningur […]

    Free
  • Suðuroyarkabarettin #2 – 2019

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini. Suðuroyakabarettin […]

    kr200
  • Suðuroyarkabarettin 2019

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    **Suðuroyarkabarettin 2019: Eitt brak, eitt show – eitt must!** ~Dagfinn Olsen, in.fo Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett. Sum kabarettum líkt verður mangt og hvat endavent. Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum. Norðingar verða heldur ikki spardir. Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi […]

    kr200
  • Jósef Zachariassen

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Jósef Zachariassen er Føroyskur klaverleikari og tónaskald sum býr í Stavanger, Noreg. Jósef lokaði tónleikaútbúgvingina í Universitetet i Stavanger í summar, og arbeiðir í løtuni sum fríyrkistónleikari og klaverlærari í Noreg. Til Summartónar 2019 kemur Jósef at spæla verk sítt, 24 Preludes, sum hann skrivaði og upptók undir lesnaðinum og bleiv útgivið av Norsk Musikforlag […]

    kr100
  • CommIT íverksetarakvøld

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    Tann 19 juni kl 19 fer CommIT at hava tað fyrsta av einari røð av íverksetarakvøldum í SALT. Evnið hesaferð verður stuðulsmøguleikar og vinnuligar fíggingarmøguleikar. Í panelinum verða umboð fyri Visit Faroe Islands, Vinnuframa og Suðuroyar Sparikassa. Endamálið er at hjálpa teimum, sum hava hug at starvast í ferðavinnuni, teimum sum eru áhugað í at […]

    Free
  • SALT á Jóansøku

    SALT Líðin 22, Tvøroyri, Faroe Islands

    SALT hevur opið sum vant á Jóansøku og hevur opið undir kappróðrinum. Undir kappróðrinum fæst suppa og eitthvørt afturvið einum drekkamunni.