Loading Events
Konsert | SALT

Heiðurskonsert fyri Elvis Presley

Nær

25. mai 2019 kl. 19:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 150

Heiðurskonsert fyri Elvis Presley

Heiðurskonsert fyri Elvis Presley í SALT

 

Atgongmerki fáast á:

Tangabúðin á Tvøroyri.

Torgið í Vági.

www.atgongumerki.fo

 

Bjóða verður nú til nostalgi tiltak í SALT, har Jens Lisberg saman við tónleikarum og Kristel Lisberg sum gesti, heldur heiðurskonsert fyri Elvis Presley.

 

 

Í 2017 vóru 40 ár síðani at Elvis andaðist, men tónleikaligi arvurin livir tó víðari í øllum góðum. Tí var hetta hildið, at vera eitt gott høvið, at gera eina heiðurskonsert fyri Elvis. Áhugin vísti seg at vera stórur og tríggjar konsertir vóru hildnar fyri fullsettum húsum á Reinsarínum í Havn, Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum. Afturmeldingar hava verið sera góðar og tí eru fyrireikingar nú farnar í gongd við, at halda eina konsert finalu í Norðurlandahúsinum, har løg eftir Elvis Presley verða tulkað.

 

Á konsertini verða spæld løg eftir Elvis, har ferðast verður víða ímillum Rock ‘n’ Roll, Country, Swing og Gospel. Somuleiðis verður sagt frá ímllum løgini, har vit hoyra stuttar søgur og viðmerkingar til lívi og tónleikin hjá Elvis.

 

Jens Lisberg er væl kendur sangari í Føroyum. Elvis Presley hevur altíð fylgt nógv í hansara sangi og tónleiki. Tí sigur hann, at tað hevur leingi verið eitt ynski, at skipa fyri eini konsert, har bert løg eftir Elvis verða framførd. Í 2016 endaði Jens Lisberg eina væl vitjaða konsert røð við Jim Reeves løgum og var tað rættiliga skjótt aftaná, at fari var í gongd við at fyrireika konsert til heiðurs fyri Elvis.

 

Kristel Lisberg hevur havt fleiri løg á føroysku tónleika tindunum og fleiri av okkum minnast kanska serliga væl hennara 2016 framførðslu á Dansk Melodi Grand Prix. Hesu ferð verður tað tó Elvis á skránni og er Kristel spent uppá uppgávuna.

 

Lagt verður eftir, at liggja tætt uppat uppruna framførðslunum, tó við ísletti frá tónleiki sum vit kenna hann í dag. Ynski er, at konsertin skal vera ein góður møguleiki, at minnast aftur á tað tónleikamentan, sum Elvis legði eftir seg. Somuleðis er hetta ein góður møguleiki, hjá forvitnum lurtarum, at opna hurðina til tónleikin hjá Elvis. Tí sum John Lennon einaferð segði: “Before Elvis, there was nothing”.

 

Tað eru royndir tónleikarir, sum Jens Lisberg hevur afturat sær, bæði innan country, jazz, rock og kór.

 

Manningin til konsertina verður:

 

·         Jens Lisberg, sang

·         Elspa Samuelsen, kórsang

·         Malan Hansen, kórsang

·         Torbjørn Lisberg, tangentar

·         Sámal Lindenskov, guitar

·         Ólavur Øster, guitar

·         Heini Fosaa, trummur

·         Jóhan Martin Jacobsen, bass

 

Konsertin verður í SALT tann 25. mai 2019 kl. 19:00.

 

 

Hvar