Aftur í ár sýnir Suðuroyar Sjónleikarafelag eina kabarett.
Sum kabarettum líkt verður mangt og hvat endavent.
Politikarar, oyggjafólk og Strandferðslan og onnur standa fyri skotum.
Norðingar verða heldur ikki spardir.
Lukku tí hava suðuroyingar harða húð og breiðan rygg og tola skemt. Skuldi onkur havt harðan rygg og breiða húð, so gongur tað eisini.
Suðuroyakabarettin er fyri øll, sum tola skemt.
Jákup Veyhe er leikstjóri.
Atgongumerkjasølan er:
í Tangabúðini á Tvøroyri
á Torginum í Vági
og á www.atgongumerki.fo
200,-kr.