Loading Events
Konsert | SALT

Siloakórið

Nær

17. mai 2019 kl. 17:00

Longd

Áleið 1 tími og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Siloakórið

Dýrabiðidag, fríggjadagin 17. mai, kemur Siloakórið úr Fuglafirði til Suðuroyar at hava konsert.

Konsertin byrjar kl. 17, og er ókeypis.

Í Siloakórinum eru umleið 30 sangarar, og kórleiðari er Eyðun á Lakjuni, sum hevur stjórnað kórinum síðani síðst í áttati-árunum.
Vikuskiftið undan páskum var kórið á væl eydnaðari vitjan í Skotlandi, har sungið varð í ymsum kirkjum/samkomum.
Skráin í Salt dýrabiðidag líkist skránni, sum sungin varð í Skotlandi – ein blandingur av føroyskum og enskum sangum, mest nýggjari og lættir sangir og gospel.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Hvar