Sangbólkurin VITIN
KOM OG SYNG VIÐ OKKUM
Sangløta í SALT á Drelnesi leygarkvøldið 23. Februar kl: 21
Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður!
Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.
Sálmur 34:9
VITIN
Sangbólkurin VITIN er kendur í kristiligum høpi fyri at skipa fyri “SYNGIÐ VIД tiltøkum í ítróttar- og samkomuhallum og annars syngja til kristilig møti o.a. Bólkurin byrjaði at syngja saman í 2001 og var øll tey mongu fyrstu árini sera virkin og skipaði fyri fleiri stórum sangtiltøkum hvørt ár. Bólkurin hevur sungið í flest øllum ítróttar-og samkomuhøllum kring landið. Sangúrvalið, sum bólkurin syngur og spælir eru mest kendir kristiligir sangir og sálmar, ílætnir lættan tónleikaligan búna, umframt sangir yrktir serliga av Levi Joensen við lagi eftir Torkil Mørkøre.
Í sangbólkinm VITANUM eru: Dávur Johannesen, sang og basguitar Guttorm Matras, akustisk guitar Jóan Petur Hansen, el-guitar Jógvan Høj, sang Jóhan Páll Joensen, sang Petur Vitalis, sang Pætur Gerðalíð, trummur Torkil Mørkøre, sang og tangentar
Ókeypis atgongd