Loading Events
Tiltak | SALT

Uppreistur- Føroyskt stand-up í SALT

Nær

18. september 2021 kl. 20:00

Longd

Áleið

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 150

Uppreistur- Føroyskt stand-up í SALT

Leygarkvøldið 18.september verður forkunnugt tiltak í SALT. Tað er sokallað Stand-up skemt á føroyskum! Í seinastuni hevur ein bólkur arbeitt við at ment føroyskt stand-up, sum tey kalla ‘uppreistur’.
Tiltakið hevur verið í Perluni í Havn við sera góðari undirtøku. Nú fara tey at royna seg kring landið.

Tey sum luttaka eru Elisa Vang, Ásbjørn Berthelsen og Astrið Gullborgardóttir, og vertur er Bárður Persson.

Elisa Vang er einasta lokala íkastið. Men hóast hon er Tvøradama, so hevur hon ongantíð undirhildið í Suðuroy, hetta hevur hon glett seg til. Henni dámar væl at skemta og spreiða gleði. Í seinstuni hava vit mest hoyrt um hana í sambandi við Gin-joga. Á pallinum til hetta tiltakið fer hon tó hvørki at servera gin ella joga, men gott stuttligt stand-up-skemt.

Ásbjørn Berthelsen er best kendur sum barnaundirhaldari, har hann við sínum tricksum og stuttligu dukkum undirheldur børnum. Men hann hevur eisini drúgvar royndir á palli fyri vaksnari áhoyrarafjøld. Til hetta tiltakið hevur hann latið tricksini og dukkurnar liggja eftir og búktalingin er skift um við orðafloym beint frá livrini.

Astrið Gullborgardóttir er nýggja navnið á føroyska undirhaldspallinum. Astrið hevur fingist nógv við sjónleik, so pallurin er ikki fremmandur. Afturat hennara lætta lyndi og stuttliga tóna hevur hon ein mimikk og retorikk sum slær beinini undan fólki. Og henni dámar væl nýggja heitið stand-up-skemtari.

Bárður Persson er kent navn á føroyska sjónleikarapallinum. Vit kenna hann sum lítla mannin við stóru røddini. Bárður verður vertur og leiðir okkum gjøgnum kvøldið.

Hvar