Eftir ætlan skuldi Tórshavnar Kamarkór fara til Íslands at hava konsertir í juni, men hesum foraði korona fyri. Tí fer kamarkórið ístaðin at ferðast í egnum landi at hava konsert, og leiðin gongur til Suðuroyar og SALT. Skráin er sera fjølbroytt og fevnir um bæði stillar, yndisligar sangir og lívligar rútmiskar sangir. Kórið fer at frumframføra verk eftir Paula í Sandagerði og Sámal Matras, umframt at syngja verk, ið Teitur Lassen hevur skrivað til Tórshavnar Kamarkór.
Verið vælkomin