Loading Events
Konsert | SALT

Tinganest & Herborg Torkilsdóttir

Nær

26. mars 2022 kl. 20:00

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 250

Tinganest & Herborg Torkilsdóttir

Eitt kvøld viđ m.a. góđum, gomlum slagarum og nýggjum, stuttligum hittum.

 

Tinganest er ein bólkur, ið eigur nógvar landaplágur  í Føroyum. Bólkurin byrjaði at spæla í sjeytiárunum, og nù, nærum 50 ár seinni, spæla teir enn.
Av landaplágum kunnu m.a. nevnast “Upp á tá”, “Vágagellan” og “Havnargøtur”.

Manningin í dag er Jóan Jakku Guttesen, bass og sang, Magnus á Stongum, akk. gittar og sang, Finnur J Jacobsen, trummur og sang, og Holgar Jacobsen, el-gittar og sang.

Herborg Torkilsdóttur gav út sítt fyrsta lag í 2019, og sìđan tá, er ein ørgrynna av løgum komin út, m.a. “Eg uttan teg”, “Tù spælir viđ meg” og “Náttin var okay”.
Herborg kemur viđ vælspælandi bólki, har 4 ú.t av 5 limum eru kvinnur:

Herborg Torkilsdóttir, sang og guitar, Rakul Petersen, guitar og kór, Bjarni Lisberg, keyboard, Vár Miđberg, trummir og Elin Maria Hansen, bass.

Hvar