Loading Events
Konsert | SALT

The Savage Rose – Annisette

Nær

23. juni 2018 kl. 18:30

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 350

The Savage Rose – Annisette

Hey allir gestir!

Bussar koyra úr Vági kl 18:00 til Tvøroyri, og frá SALT til Vágs aftaná konsertina kl 20:30.

Bussanir taka ikki ímóti korti. Kosntaður, 90,-kr. hvønn vegin.

 

Tá ið danska rocksøgan seinastu 50 árini einaferð verður gjørd upp, er eingin ivi um, at The Savage Rose finst onkunstaðni ovast uppi á pyramiduni. (Informatión).

Annisette og restin av orkestrinum vóru frammanfyri sína tíð fyri umleið 40 árum síðan. Tað eru tey framvegis. (Jyllands Posten).

”Lívsins Blues” kallaði ummælarin hjá Berlingaranum tað serliga tónleikaslagið, sum The Savage Rose hevur dýrkað síðan 1967 – og sum blómaði og varð gróðursett í 2012 albumminum ”Love And Freedom”, ið varð heiðrað sum ein av bestu útgávunum nakrantíð hjá orkestrinum. Sjálvandi við teirri karismatisku Annisette sum tað vokala og visuella miðpunktið í eini røð av sangum, sum ”taka so vakurt um lívið, kærleikan og frælsisrættindi”, sum ummælarin orðaði seg í Berlingaranum.

Umframt Annisette er The Savage Rose: Palle Hjort (klaver, Hammond-orgul, harmonika), Jacob Haubjerg (kontrabass, el-bass), Anders Holm (trummur), Rune Kjeldsen (guitar) og Naja Koppel og Amina Carsce Nissen (kór).

 

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo, í Tangabúðini á Tvøroyri og á Torginum í Vági

Hvar