Undirvísari: Eyðun Nolsøe
“Telving í Salt”
Hevur tú hug at fáa frálæru í talv?
Vit bjóða talvfrálæru mánakvøld kl.18-20.00 í Salt við Eyðun Nolsøe. Eyðun er virkin telvari, hann er fyrrverandi føroyameistari í talv og hevur luttkið á fleiri talvolympiadum.
Øll eru vælkomin frá byrjunarstøði og uppeftir. Vit fara millum annað at læra um byrjanarspæl, miðspæl og endatalv.
Vit fara at loysa talvuppgávur og telva fjøltalv móti Eyðuni. Eisini verður høvið at telva móti javnari mótstøðu og analysera talvini aftaná. Hetta og mangt annað verður á skránni.
Endamálið við talvfrálæruni er at mennast í telvingini, at styrkja um evni at hugsavna seg og loysa /taktiskar/strategiskar støður.