Loading Events
Tónleikur | SALT

Summartónar: Göteborg Oboekvartett

Nær

10. august 2025 kl. 15:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Summartónar: Göteborg Oboekvartett

FO: Göteborg Obokvartett (GOQ) frumframførir Føroya Ljóð (The Sound of The Faroe
Islands)

Gøteborg Oboekvartett, sum varð stovnað í Gøteborg í Svøríki í 2020, er skjótt við at
raðfesta seg sum einasta fasta obokvartett í Norðurlondum og gerast kend fyri sína serstøku
blanding av ljóðførum og nýskapandi konsertskráum.

Hendan skráin snýr seg bert um føroysk tónaskøld og gevur kvartettini stóran møguleika at
koma í dýptina av føroysku mentanini og náttúruni. Í norðurlendsku kompositiónssiðvenjuni
leggur hvørt land mest dent á síni egnu tjóðartónaskøld. Í sínum arbeiði strembar GOQ eftir
at deila tónleikaríkidømið í hvørjum norðurlandi við grannarnar. Í 2025 geva tey út fyrstu
fløguútgávu sína “Fred i Vår Tid”, teirra fyrsta verkætlan at fáa nýggj norðurlendsk
tónleikaverk fyri obokvartett til vega. Við “The Sound of the Faroe Islands” fara tey at víðka
kunnleikan um føroyskan tónleik og fara í framtíðini at hava Føroyar við sær á konsertferðum
í restini av Norðurlondum.

Hvar