Tann “svenski” Regin Dahl – konsert og nótaframløga
Fredrik Zetterström (baryton) og Aksel Remmel (klaver) framføra “svensk” løg hjá Regin Dahl.
Regin Dahl (1918-2007) gjørdi gott og væl fimti løg til yrkingar eftir sviarnar Erik Axel Karldfeldt og Gustav Fröding.
Í hesum “svensku” løgunum blómar Regin av álvara sum lied-tónaskald, har klaverparturin hevur ein sjálvstøðugan leiklut. Løgini eru sera fjølbroytt og fevna um nógvar sjangrur, eitt nú vals, romansu, marsj, ja, einstøk løg bera á bráð at vera ein tango ella mazurka.
Á konsertini verður høvi at hoyra eini 12-15 av hesum løgum.
Fredrik Zetterström (f. 1972) er útbúgvin á Operahögskolan i Stockholm og er eftirspurdur sangari í operahúsum í Norðurlondum og t.d. USA.
Aksel Remmel tók í summar bachelor-prógv í klaverleiki á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium og vann fyrr í ár fyrstu virðisløn í Stella Polaris-kappingini í ár.
Nótaútgáva
Hugin Eide hevur tikið stig til konsertina í sambandi við, at forlag hansara Edition H. Eide gevur út nótabókina Regin Dahl – 35 svenskir sangir við orðum eftir Erik Axel Karlfeldt og Gustav Fröding. Hans Pauli Tórgarð hevur lagt nótarnar til rættis fyri tenor-bariton og klaver eftir upprunaligu framførslunum hjá Regini, sum vórðu tiknar upp á band í 1960’unum og -70’unum. Bjarni Restorff hevur ráðgivið í samband við transkriptión og uppseting. Undan konsertini verður ein stutt framløga av útgávuni.