Tað er Olaf Johannessen, sjónleikari, sum fer at spæla
einrøðuleikin Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti
og Yves Handstad.
Um leikin
Ein sjónleikari og ein rolla skulu saman spæla eina
týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um
leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í,
og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri rollur koma upp
í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni.
Tann Komiska Tragedian er ein heitur og menniskjaligur
leikur. Hann er filosofiskur og so er hann stuttligur.
Leikhús SKIFT
Sjónleikari: Olaf Johannessen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Ljóssniðgevi: Súni Joensen
Dramatikarar: Eva Bonfanti og Yves Hundstad
Forlag: Nordiska Starkosch