GG*
Vegna skortandi undirtøku eru vit tíverri noydd til at avlýsa oktoberfestina. Vit eru kedd av tí, men vit hava einki val, tí ov fá hava teknað seg.
SALT bjóðar vælkomin til Føroya EINASTU og FEITASTU oktoburfest!
Av tí, at maturin frá tí týska køkinum skal bíleggjast í góðari tíð, er freistin at keypa atgongumerki 15. oktobur.
Uppskriftin er einkul og effektiv!
Eitt stað, sum hevur høgt til loftið og vítt til veggja, pláss til at dansa, litrar av gyltum løgi, øll innan 100 metra radius gevur tú navnið Hansi og Heidi, tú finnur tíni bestu lederhosen
og tyrolarahatt fram (um tú ikki eigur ein, so hava vit hattar til sølu), og vit skrúva upp fyri das Polka Musikken… Soleiðis! So hava vit Føroya bestu oktoburfest, sum ikki má gleppa tær av hondum!
Hetta kvøldið umskapa vit SALT til eitt týskt øltelt við plássi fyri 300 veitsluglaðum tirolaragestum, har í stríðum streymum rennur úr ølkranunum.
Matskráin frá Gutta bjóðar alt frá Pretzel, Käse og Bratwurst til Weiter Apfelstrudel mit Vanillesauce og mongum øðrum.
Aftrat tí verður ektaður polka- og tyrolara-livetónleikur kvøldið á tamb!
Skrá:
Kl.18.30. Dyrnar lata upp
Kl.19.00. Vit hava fingið okkum øl og fara at seta okkum til borðs.
Kl.19.30. Verturin bjóðar vælkomin, og Gutti kemur at greiða okkum frá síni matskrá.
Kl.20.00 Havnar Harmonikufelag
Kl.21.00 Tvøroyrar Hornorkestur v/Tróndi Enni
Kl.23.00-04.00 DJ og øl, øl og meira øl
Oktoburfest er stuttligast í góðum samlagi! Skunda tær at ringja til tíni vinfólk, liðfelagar, bindiklubban ella stavsfelagar, so tey eisini kunnu finna sínar Lederhosen fram og koma í joddli-venjing.
21 ára aldursmark
Skal kunna prógvast, um ivi er.
Atgongumerki: ymiskir møguleikar.
450,- kr. Matur og dansur
550,- kr. Matur, dansur og øl ad libitum
Sertilboð:
500,- kr. Matur, dansur og øl ad libitum *Avmarkað nøgd* (30 stk.)
Tørvar tær hjálp? Skriva til: roi@salt.fo