LOVE BOX
”Ein røð av einføldum og absurdum skitsum um lívið í tveysemi”
Hann og Hon droyma um at skapa tað fullkomna samlagið. Á, tann eydna at vera tvey saman.
Tað er bara hetta smáputlið, hetta lítla, sum viðhvørt ger so stóran mun.
Henni dámar bleytar linjur, Hann elskar hvassar vinklar.
Henni dámar tómleika, Hann elskar at fylla
teirra lítla univers við kubbum og kassum.
Tey bera eyga við hvørt annað. Tey líkjast. Tey verða drigin hvør at øðrum. Tey verða góð.
Tað er lagnan.
Tey ynskja tað sama: at byggja eitt lív saman.
At byggja tað fyri hvønn annan, við ágrýtni, við góðum vilja.
Sameinast um smakk, vanar, visiónir…
Hvør í sínum lag… sannførd um, at gera tað rætta.
Um bert hin eisini skilti…
Her er onki annað at gera enn at gera sær ómak at finna eina javnvág… og at vera góð.
Love Box viðger lívið í tveysemi – uttan orð.
Við 18 trækubbum og einum máli, sum sameinir keipur, sirkuskynstur og dans.
Ein skemtileikur sum við speisemi myndar gerandishendingar hjá tveimum, sum hava gjørt av at elska hvønn annan.
HANN OG HON
Miriam de Sela og Joël Colas hava verið sirkusartistar í meiri enn 20 ár.
Hann er klovnur, Hon er akrobatur og balansuartistur.
Gjøgnum sína yrkisleið hava tey starvast í ymiskum sirkusbólkum og framført í leikhúsum, sirkustjøldum og í gøtuleikum.
Tey hava stovnað hvør sín leikbólk; hennara kallast “Flying Fish” og hansara “AO”.
Saman hava tey í meiri enn 10 ár framført tvímansleikin “A&O présentent &”. Úr Fraklandi hava tey ferðast við leikinum til lond sum eitt nú Kambodja, Japan, Haiti, Island, Føroyar (í Norðurlandahúsinum og Listaleypinum), Danmark, Tunesia , Jordan, Sýria, Libanon, Sameindu Emiríkini v.fl.
Umframt at vera yrkispartnarar, eru tey eisini lívspartnarar. Tey hava livað saman í 23 ár og eiga tvey børn. Við drúgvum lívs- og arbeiðsroyndum, vilja tey deila eitt projekt við okkum, sum endurspeglar tveysemi og felagslívið við øllum sum tað inniber av snedigum, livurposteilitaðum og láturligum gerandismyndum.
Sýningin er 45 minuttir long.
Málbólkurin er vaksin, men ung og familjur við børnum frá fimm ára aldri eru vælkomin.
Høvundar og leikarar: Joël Colas og Miriam de Sela
Ljós- og ljóðdesign: Odile Ribière
Mangagemant: Marie Münch
Hjálparleiksstjóri og koreografur: Sébastien Lefrançois
Ein samproduktión av Flying Fish/A&O/Tapaj
Verkætlanin er skapt á l’Yonne en Scène, stuðlað hava le Conseil Général de l’Yonne, Théàtre
Mansart og Théàtre d’Auxerre.
Framførslan er í Føroyum í sambandi við, at Joël Colas og Miriam de Sela halda eitt nýsirkusskeið á
Føroya Fólkaháskúla.