Loading Events
Stroyming |

Moddi – Det nye nord

Nær

28. mai 2020 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Moddi – Det nye nord

Moddi – Det nye nord
Tónlistalig søgusigan við sterkum samfelagssinni.
Við síni stóru nýggju verkætlan Det nye nord ger vísusangarin Pål Moddi Knutsen upp við gamlar klisjéir um Norður-Noreg, og teknar eina nýggja, meira nýtíðarhóskandi mynd av, hvussu fólk liva arbeiða og hugsa um seg sjálvi í norðasta partinum av Noregi.

Norður-Noreg er nógv broytt seinastu áratíggjuni. Svinnandi bónda- og fiskisamfelagið er nógv broytt av háteknologiskari industri og einari ómettiligari alivinnu. Kortini tykjast fólk at halda, at landsparturin enn er fastlæstur í útróðrarbátum, neystum og reinsdjórahaldi.

Moddi vil siga frá einum nýggjum Norður-Noreg á veg inn í eina nýggja tíð. Nógvir føroyingar munnu kunna kenna seg aftur í hesum – at fatanin av okkara samfelag aðrastaðni er ein heilt onnur enn veruleikin. Og kann nakar siga frá eini sovorðnari søgu er tað Moddi, sum bergtók øll sum vóru á hansara konsertum í Føroyum í 2018.

Moddi sigur soleiðis: “Jeg har hentet inspirasjon fra smelteverkene, lakseslakteriene, romfartsmiljøet, kraftbransjen og alle de andre stedene som ikke passer inn i det klassiske bildet av Nord-Norge. Jeg ønsker å vise fram en levende og dynamisk landsdel, full av nye ideer og initiativer. Målet er hårete nok: Å etablere en ny poesi rundt landsdelen og klisjeen Nord-Norge.”

Saman við eini kvartett, sum kemur úr jazz-heiminum, málar hann eina ljóðmynd, har hvørt einasta ljóð frá ljóðførunum kemur fram og verður til tónleik – frá knirkinum í klaverstólinum til hægstu yvirtónarnar í kontrabassinum.

Fyri Moddi er Det nye nord startskotið til eina størri verkætlan, sum hevur til endamáls at skapa ein norksmæltan, vísupopp, sum er viðkomandi fyri nútíðina.

“Jeg har selv vært en ivrig formidler av nordnorsk historie, identitet og tradisjon. Nå ønsker jeg å ta et langt steg ut av komfortsonen. Ut av sjarken, og inn i ei ny tid.” Sigur Moddi.

Hvar