Loading Events
Tiltøk | SALT

Mentanarnátt í SALT

Nær

28. mai 2021 kl. 18:30

Longd

Áleið 2 tímar og 30 minuttir

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Mentanarnátt í SALT

Mentanarnátt, 28. mai 2021

18:30 – 21:00

18:30 – 19:15:
Hvat kann gamli Hvalbiartunnilin brúkast til?

Framløga av hugskotum:
Eyðun Eliasen, arkitektur og Rasmus Steintórsson Bistopstø, umboðandi Visit Suðuroy.

Tónleikur: Lív & Tróndur.

19:30 – 19:45: **Avlýst vegna forfall **
Dugni og Suðuroyggin – Eggjan, menning og lívsgóðska.
Ólavur Rasmussen ger samrøðu við Hedvig Johansdóttir, stjóra í Dugna

Tónleikur: Lív & Tróndur.

20:00 – 20:45:
Chaplinfilmar.

 

“Hvat skal gamli Hvalbiartunnilin nú brúkast til?

Ferðavinnuliga virðið kring tunnilsmunnarnar er stórt, og slóðir frá kolasøguni síggjast kring náttúruvakra økið báðumegin Føroya elsta tunnil. Visit Suðuroy hevur saman við Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu bílagt uppskot frá EYA arkitektum, har gamli tunnilin verður endurhugsaður sum upplivingartunnil.

Hugskotið verður lagt fram fyri almenninginum í SALT sum partur av mentanarnáttini 28. mai. Rasmus Steintórsson Biskopstø greiðir frá ferðavinnuligum møguleikum á  farleiðum, og um hví Visit Suðuroy ynskti at kanna hendan møguleikan.
Síðani leggur Eyðun Eliasen uppskotini fram og greiðir frá.

Framløgan er ókeypis í SALT og byrjar kl. 18:30.”

Hvar