Loading Events
Filmur | SALT

Illir andar

Nær

30. apríl 2019 kl. 19:30

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK 90

Illir andar

Samandráttur

Jákup Johannesen var einaferð ein av teimum allarbestu sjónleikarunum.

Nú hevur hann valt at halga alla tíð og orku til Sjónleikarhúsið, sum hann rekur saman við unnustu síni Báru. Sjónleikarhúsið er hansara lívsverk, og Jákup skrivar, leikstjórnar, undirvísir, smíðar og spælir.

Í Sjónleikarhúsinum arbeiðir eisini Kristian. Ein ungur ágrýtin sjónleikari, sum hjálpir Jákupi við ymiskum fyrifallandi arbeiði. Kristian elskar sítt arbeiði, og sær nógv upp til Jákup.

Bára droymir um okkurt annað, og hevur torført við at stuðla ætlanunum hjá Jákupi til fulnar.

Høvdið á Jákupi er fult. Kreativir tankar. Stúran. Ábyrgd. Parlagið. Hann er pressaður og stressaður.

Jákup og Bára hava sett allar sínar pengar í húsið, og teirra inntøkugrundarlag eru atgongumerkjasøla og undirvísingargjald. Men nú er áhugin fyri bæði undirvísing og leikum dalandi, og tey eru í vanda fyri at missa húsið.

Hetta leggur eitt eyka trýst á Jákup, sum hevur sterka ábyrgdarkenslu yvir fyri húsinum og sínum arbeiði har. Hann fer at drekka nógv og verður óstabilur. Hann kennir seg syndraðan millum at geva skarvin yvir, og tí óumberiligu trongd til at bjarga húsinum.

Úr hesari tvístøðu spretta illir andar – fólk sum bara Jákup sær, og sum villeiða hann.

Ein dagin fær Jákup ein gyltan møguleika fyri at gera eitt ”come back”. Hann fær tilboð frá Norðurlandahúsinum og leikbólkinum FaroeTheater, um at fáa høvuðsleiklutin í stórari altjóða framleiðslu. Við starvinum fylgir turné í Europa, nógv ”eksponering” og góð løn.

Bára og Jákup síggja ymiskar útvegir av hesum møguleika. Bára vil at tey sleppa sær av við Sjónleikarhúsið, og fáa sær annað arbeiði, meðan Jákup nú er púra sannførdur um, at hetta er tað sum skal til, fyri at fáa húsið aftur á røttu kós.

Men Jákup verður noyddur til at velja ímillum Sjónleikarhúsið og sjónleika-karrieruna. Sítt lívsverk og sín lívsdreym.

Hann maktar ikki eitt so stórt val, og ”krakelerar”. Hann fer at drekka verri, og gerst alsamt meira og meira paranoidur. Samstundis sum teir illu andarnir plága og trýsta hann meira.

Jákup hevur illgruna um at Bára og Kristian ætla at yvirtaka Sjónleikarhúsið, og tað sum Jákup hevur bygt upp, og hann heldur at tey plotta og svika fyri at oyðileggja alt fyri hann.

Eru tað tey bæði, sum standa Jákupi næst, sum gera honum órætt? Er tað Jákup sjálvur, sum við rúsdrekkamisnýtslu spillir alt fyri seg sjálvan? Ella er tað kanska húsið og tað ókenda sum har lúrir, ið vil Jákupi illa…..?

Hvar