Loading Events
Stroyming |

Idyll og Abyss

Nær

25. mai 2020 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Idyll og Abyss

Tónleikur við søguligum rótum frá festspilltónaskaldinum Jörg Widmann.
Jörg Widmann er eitt fjøltáttað tónaskald við stórum spenni. Hann skrivar alt frá sera eksperimenterandi verkum til verk, sum hava beinleiðis samband við søguliga tónleik. Verkini á hesari konsertini eru í seinna bólkinum. “Eg eri sera hugtikin av, hvussu Widmann klárar at halda fast í síni sterku rødd, sjálvt tá hann knýtir seg uppat og siterar onnur tónaskøld” sigur klaverleikarin Leif Ove Andsnes.

Hann skal framføra verkið Idulle und Abgrund, sum er eitt portrett av Franz Schubert. Tónleikurin skiftir ímillum Wienskan salongtónleik og svarta melankoli.

Leif Ove Andsnes greiðir víðari frá. “Strúkikvartett nr 3 Jaktkvartett, vísir til strúkikvartettina hjá Mozart við sama navni, men tónlistaliga leggur hon seg tó uppat klavertónleikinum hjá Schumann. Nevniliga Papillons op. 2, sum Widman nýtir som útgangsstøðu fyri villu og skemtiligu veiðuna.”

Strúkikvartettirnar verða framførdar av Sonoko Miriam Welde, Ludvig Gudim, Eivind Ringstad og Amalie Stalheim.

Hvar