Loading Events
Konsert, Tiltøk | SALT

Händels Messias

Nær

9. desember 2018 kl. 14:30

Longd

Áleið 2 tímar

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Händels Messias

Händels Messias í SALT

Sunnudagin 9. desember verður stórverki Messias hjá Händel framført í SALT.

Stórt kór og orkestur við solistum úr Íslandi framføra og framførdir verða 1. og 2. partur. Konsertin verður ein heiðurskonsert fyri Ólav Hátún sála, merkismann innan føroykst tónleikalív og serliga kórsang, ið fyri deyða sín byrjaði arbeiði við at fáa Messias framført í SALT.

 

Solistar verða:

Hallveig Rúnarsdóttir, Reykjavík, sopran

Sesselja Kristiansdóttir, Reykjavík, alt

Eyjálfur Eyjálfsson, tenorur

Águst Ólafsson, Reykjavík, bassur.

Orkestrið er mannað við tónleikarum innan føroyska tónleikaheimin og stuðlum uttanífrá.

Konsertmeistari er Sámal Petersen, og dirigentar eru Leif Hansen og Jóhannes Andreasen.

 

Framførslurnar verða hesar:

Leygardagin 8. desember í Vesturkirkjuni kl. 16.00

Sunnudagin 9. desember í SALT á Tvøroyri kl. 14.30

Hvar