Loading Events
Konsert | SALT

Gøtu kirkju ungdómskór

Nær

3. juli 2021 kl. 20:00

Longd

Áleið 1 tími

Hvar

SALT

Kostnaður

DKK Free

Gøtu kirkju ungdómskór

Gøtu kirkju ungdómskór varð stovnað á heystið 2011.
Kórið hevur ment seg við rúkandi ferð, og er sera aktivt bæði í Føroyum og uttanlands.

Listarliga málið kórinum er at framføra kórsang á høgum tónlistarligum og áhugaverdum støðið, tó uttan at binda seg til ein ávísan stíl.
Fyri at skapa avbjóðingar til eina støðuga menning, hevur kórið luttikið á kórkappingum í Italia 2014, Eysturríki 2016, Riga 2017, Helsingborg 2018 og Týsklandi 2019 og nýtir kórkappingar og kórfestivalar, sum keldu til menning av kórinum.
Kórið, sum  fylgir altjóða aldursmarkinum fyri ungdómskór, hevur gjøgnum omanfyrinevndu kappingar, vunnið bæði gull og silvur heiðursmerkir, og verður tí roknað sum eitt av fremstu kórunum í Føroyum og er eisini víðagiti uttanlands.

 

Hvar